Fríggjadagur 14. august 2020
Kæru systkin
Sunnudag 16. august savnast vit aftur, um Gud vil, til møtir. Vegna Korona/Kovid-19 eru møtini flutt til Brekkutún 5 í Hoyvík. Tað er við síðuna av FK í Hoyvík.
Avmarkaða skráin er tann sama, men bíða verur við sunnudagsskúlanum:
Sunnudag | kl. 10.30 | Møti |
Sunnudag | kl. 12.00 | Sunnudagsskúli |
Mánadag | kl. 20.00 | Bønar- og uppbyggingarmøti |
Hóast vit byrja, so bíða vit við:
- At taka av minnunum sunnumorgun
- At taka í hondina á hvørjum øðrum
- At brúka felags sangbøkur
Vit fara at halda okkum til:
- at halda frástøðu tá vit sita í salinum. Fólk sum dagliga eru saman, kunnu sita lið um lið.
- at hava gott reinføri (Hondspritt er sett fram)
- at hava egna sangbók ella brúka somu felagssangbók (Møguligt er at klistra navn á sangbók. Hon kann leggjast á borð aftast í salinum tá hon ikki verur brúkt)
- at halda frástøðu tá vit koma ella fara
Vinarliga heilsan
Samkoman Marknagil